Dátuverndarkunning P/F FTZ Føroyar ( hereftir: "FTZ", “vit”, “okkum” okkara” ) hevur skyldu til at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á teimum upplýsingum, undir hesum persónupplýsingum, vit viðgera um okkara kundar, veitarar og starvsfólk. Vit taka dátuvernd í størsta álvara og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina. Tá FTZ viðger persónupplýsingar í sambandi við sølu, kunda- og veitarafyrisiting og annan viðkomandi rakstur, har vit avgera endamálið við viðgerðini, er FTZ sum meginregla dátuábyrgdari av teimum upplýsingum, ið verða viðgjørdar sum partur av uppgávuni. Sum partur av okkara virksemi kunnu vit savnað og viðgera persónupplýsingar til ymisk endamál, harav vit hava ábyrgd av viðgerðini. Í hesum sambandi viðgerða vit vanliga persónupplýsingar: • Tá tú vitjar heimasíðu okkara • Tá vit móttøka og viðgerða starvsumsóknir. • Tá tú samskiftir við okkum umvegis teldupost. • Tá vit selja vørur ella tænastur. Tá tú vitjar heimasíðu okkara Endamál og heimild : Tá tú vitjar okkara heimasíðu, nýta vit ávís farspor sum tryggja virknaðin á síðuni. Hetta verður gjørt grundað á okkara heimilaða áhugamál sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini til tess, at veita vitjandi eina nøktandi kundauppliving. Harumframt kunnu vit, um samtykki verður latið sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1, nýta farspor til marknaðarføringsendamál, umframt í sambandi við greining av ferðsluni á heimasíðuni. Samtykki ið er latið okkum fyri nýtslu av farsporum, kann altíð takast aftur. Sløg av persónupplýsingum : Vit kunnu skráseta um tína vitjan á heimasíðuni, herundir tína IP-adressu, slag av kaga (browser) um tú hevur givið samtykki til tess. Kelda : Upplýsingar kunnu koma beinleiðis frá vitjandi, herundir skrásetta sjálvum. Varðveitslutíðarskeið : Ávís farspor til greiningar og marknaðarføringsendamál verða varðveitt í 400 dagar, ella inntil møguligt samtykki verður afturkallað og farspor strikað av tínum kaga. Tá vit móttøka og viðgerða starvsumsóknir Endamál : Endamálið við viðgerðini er at kunna viðgera starvsumsóknir, umframt at meta um førleikarnar hjá umsøkjara til eitt møguligt starv hjá FTZ. Heimild fyri viðgerðini : Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Í ávísum førum kann umsøkjari geva okkum samtykki til at varðveita umsóknina eitt avmarkað tíðarskeið, um eitt starv ístaðin skuldi verið tøkt seinni sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Sløg av persónupplýsingum : Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústað, telefonnummar og teldupost umframt aðrar upplýsingar, sum umsøkjari sendir okkum, so sum CV, próvtøl, myndir og annað tilfar. Kelda : Upplýsingarnar koma beinleiðis frá umsøkjara. Vit kunnu í einari setanartilgongd eisini leita fram aðrar alment atkomuligar upplýsingar um skrásetta á netinum, herundir á sosialu miðlunum. Varðveitslutíðarskeið : Starvsumsóknir verða varðveittar inntil setanartilgongdin er liðug. Óumbidnar umsóknir verða strikaðar innan 24 mánaðir eftir, at tær eru móttiknar. Útgáva 1.2 frá 15.11.2024
Download PDF fil